Mentan

Earth Hour í Fuglafirði

Í annaðkvøld verður Earth Hour tiltak í Fuglafjarðar kirkju, har Heðin Kambsdal spælir improvisatiónir

Mynd: Visit Fuglafjørður

Mynd: Visit Fuglafjørður

2021-03-26 22:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og undanfarin ár skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour í morgin, leygardagin 27. mars kl. 20.30, sum WWF leggur upp til verður gjørt um allan heim.

– Earth Hour er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á hart trýsta náttúru-margfeldni, umhvørvis-trupulleikarnar og veðurlagsbroytingarnar, sum eru íkomin av ovurnýtslu. Tí verða øll óneyðug ljós sløkt stórt sæð um allan heim, allastaðnis í tímanum millum kl. 20.30 og 21.30, eisini í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum, skrivar kunningarstovan í Fuglafirði.

Hetta er fimta árið á rað, at Fuglafjarðar kommuna heldur Earth Hour við einum tónleikatiltaki. Sjálvt í fjør, í ringastu koronatíð, var kortini eitt tónleikatiltak í Fuglafirði í hesum sambandi. Tá spældi Jóhan Hentze niðri frá Mentanarhúsinum, og tónarnir bórust um allan býin, so fólk kundu gleðast um teir - saman, men hvør sær - í myrkalagda býnum.

Men í ár sleppa føroyingar aftur at vera saman, eisini í kirkjunum. Tí verður eitt Earth Hour tiltak í Fuglafjarðar kirkju leygarkvøldið kl. 20.30, har Heðin Kambsdal spælir improvisatiónir á ljóðfagra orgulið í kirkjuni, meðan bara kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan varar í uml. ein hálvan tíma.

Í ár er 'Føroyar móti krabba' sama dag sum altjóða átakið Earth Hour. Tí stendur ein bússa frammi í kirkjuni, so fólk kunnu lata 'streymleysan' stuðul til Krabbameinsfelagið. Sostatt ber til at sløkkja sjónvarpið og ljósini eina løtu, koma oman í kirkjuna og lata tankarnar sveima saman við vøkrum tónum, og síðani fara aftur til gerandisdagin.

– Earth Hour er tímin, tá einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta umhvørvið í miðdepilin. Fleiri kommunur í Føroyum, gera eisini tað, og hetta hevur við sær, at stjørnuhavið og norðlýsið síggjast væl, um himmalin annars er klárur. So sløkk ljósið og birt vón, saman ella hvør sær!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder