
Í sambandi við Earth Hour, sum verður í kvøld frá klokkan 20.30 til 21.30, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour tiltaki í Fuglafjarðar kirkju.
Earth Hour er tímin, tá einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta umhvørvið í miðdepilin.
Fuglafjarðar kommuna er ein av kommununum, sum luttekur í tiltakinum við at sløkkja øll gøtuljós í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum.
Earth Hour tiltakið byrjar í kirkjuni klokkan 20.30, har nýggja gospelkórið Lanterna syngur nýggjar og kendar sangir, meðan kertuljós lýsa kirkjuna upp.
Hetta plagar at vera ein sera góð og hugfarslig løta, og í ár er ætlanin at enda við felagssangi, skrivar kommunan, sum minnir á fólk um at ansa sær, um tey ganga ella koyra hendan tíman, og heitir á fólk um at minnast til endurskin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald