Mentan

Ebbb – bretar bjóða tónleikasløgunum av

Slóðbrótandi nýggjur bólkur við ógvusligum rútmum og Beach Boys-líknandi melodium koma á G!

2025-03-18 10:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ebbb er ein bretskur bólkur, sum ferðast millum linjurnar av teimum ymsu tónleikasløgunum. Í summar verður møguligt at uppliva bólkin á G! fetivalinum í Gøtu.

Ógvusligar rútmur, sum rista alt innvortis, rumbla úr hátalarunum, meðan sangarin, við síni kláru, vøkru rødd og The Beach Boys-líknandi melodium, tykist at vera í holt við at heinta okkum okkurt, sum vit øll hava tørv á, niður úr skýnum, tá ið hann framførir.

Talan er um ein vælskipaðan peruvelling av mótsetningum, sum longu hevur borið bert eitt ára gamla bólkin langt á leið.

G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli í ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder