Ungi listamaðurin Edward Fuglø varð í dag heiðraður við M. A. Jacobsens virðislønini fyri stórverkið at prýða kjallaran í Christianskirkjuni, sum við tíggju rundum relieffum lýsa lívið hjá Jesus úr Nasareth.
So seint sum í gjárkvøldið var hann í Hoyvíkar kirkju og greiddi frá listaverkinum. Í dag fekk hann so aftur boð um at koma til Havnar, hesaferð fyri at taka ímóti virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik.
Grundgevingin:
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 verður latin Edwardi Fuglø.
Dugnaligi og virkni listamaðurin verður heiðraður fyri sítt einastandandi verk um søguna um Jesus úr Nasareth, ið hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík.
“Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nasareth er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list (...) Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll”, segði dómsnevndin millum annað í síni grundgeving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald