2019-01-25 14:59
Wrangler-merkið hevur helst verið í Føroyum í meira enn fimti ár, men seinastu 41 árini er tað Wrangler Shop við Kirstin Hansen, sum hevur umboðað Wrangler.
Mótahandilin í Niels Finsensgøtu 23, og ikki minst eigarin Kirstin Hansen, eru býarmyndir, sum nærmast hvørt menniskja kennir. Men nú hósdagin í komandi viku letur Kirstin handilin aftur og gevst at umboða Wrangler, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Ognin er seld og annað virksemi verður í húsinum. Annika Olsen, borgarstjóri, var á gátt í morgun við einum blómutyssi, fyri at takka Kirstini fyri trúgva tænastu í miðbýnum seinastu 41 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald