Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum.
Hetta er fráboðað á ameg.fo í dag.
Frá 1. januar 2025 verður upphæddin 130 hægri um mánaðin, enn hon er nú. Tað svarar til eina hækking á 2,1 prosent, soleiðis at eftirlønin fer frá 6.325 krónur um mánaðin í 2024 til 6.455 krónur um mánaðin í 2025.
Hetta merkir, at samlaða eftirlønin næsta ár verður tí 77.460 krónru.
- Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2023 vóru 675 millónir krónur í eftirlønum útgoldnar úr AMEG. Útgjaldið til eftirløn í 2024 er mett til umleið 714 milliónir og til 792 milliónir krónur í 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald