Týsdagin 23. oktober verður eitt nýbrot innan føroyskan skúlaskap lagt fram. Talan er um spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa lærarum í 1. og 2. flokki at meta um lesi- og staviførleikan hjá smæstu næmingunum. Endamálið er at fáa skilgreinað júst hvørjum stigi næmingurin er á, fyri betur at fáa hjálpt honum víðari í undirvísingini.
Í dag vita vit, at tá lærarin hevur neyva vitan um, hvat barnið dugir og ikki dugir, fær hann best lagt undirvísingina til rættis, soleiðis, at øll kunnu mennast og koma væl í gongd við at lesa og stava.
Tað er neyðugt, tí vit vita eisini, at vantandi lesiførleikar kunnu hava stórar avleiðingar fyri eitt barn, bæði viðvíkjandi sjálvsáliti og motivatión fyri at læra. Mangan skal undirvísingin bara tillagast eitt vet fyri at fáa tey aftur á beint. Og jú fyrr vit gerast varug við tey børn, ið hava trupulleikar, jú betur fáa vit hjálpt teimum.
Tað eru Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum hava gjørt eftirmetingartilfarið. Tey hava eisini framleitt Súlutilfarið, sum verður nýtt í lesifrálæruni til tey smæstu, og hava arbeitt við byrjanarlesing í mong ár.
Nýggja, føroyska eftirmetingartilfarið er grundað á altjóða gransking, og hartil hava Gunvør og Osvald ígjøgnum eitt seks ára skeið gjørt umleið 6000 testtøkur við næmingum. Út frá hesum hava tey gjørt normar til testirnar, so lærararin kann síggja, hvar í menningini, einstaki næmingurin er. Úrslitið kann vísa, um næmingurin ger framstig, og hvussu stór framgongdin er. Tað kann eisini vísa, um lesi- og staviførleikin mennist sum hann skal, umframt at vísa á teir næmingar, sum hava tørv á eyka undirvísing. Eisini skal úrslitið frá testtøkunum nýtast til at mynda undirvísingina frameftir.
Talan er í høvuðsheitum um bólkatestir, har lærarin bæði sær tann einstaka næmingin og allan flokkin sum heild, skrivar Mentamálaráðið. Við testunum kann lærarin kanna bæði bókstavakunnleika, lesing og staving.
- Hetta hevur verið eitt stórt, drúgt og umfatandi arbeiði, og vit fegnast um, at tað nú er borið á mál. Eftirmetingartilfarið skal síggjast sum ein hjálp og eitt nyttugt arbeiðsamboð hjá lærarum í innskúlingini, sum við hesum lættari kunnu tryggja einstaka næminginum bestu undirvísingina, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á Mentamálaráðnum.
Framløgan av slóðbrótandi tilfarinum verður á Námi 23. oktober
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald