Innanlands

Eftirútbúgving av lærarum skal hava hægri raðfesting

- Samfelagið er í stórari menning, so tað er átrokandi, at starvsfólk verða førleikament javnt og samt. Hetta økið hevur verið forsømt í nógv ár, sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum við Skúlablaðið

- Uppleggið er, at starvsfólk skulu sleppa at dagføra sína útbúgving við styttri og longri skeiðum umframt eftirútbúgving og serútbúgving, sigur Djóni Nolsøe Joelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Uppleggið er, at starvsfólk skulu sleppa at dagføra sína útbúgving við styttri og longri skeiðum umframt eftirútbúgving og serútbúgving, sigur Djóni Nolsøe Joelsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-10 12:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært samgonguskjalinum, sum varð úndirskrivað 22. desember 2022, skal ein meira fastur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri lærarar í landinum.

Tørvurin í skúlanum at eftirútbúgva og serútbúgva lærararnar er stórur. Talan er m.a. um skúlabókavørðir, KT-vørðir, lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar, støddfrøðivegleiðarar og skúlavegleiðarar.

Soleiðis ger Skúlablaðið støðuna upp og skrivar, at ætlanin er, at ein depil verður settur á stovn. Hesin depilin fer at taka sær av allari eftirútbúgving og serútbúgving umframt styttri og longri skeiðum til fleiri útbúgvingar, íroknað læraraútbúgvingina.

Ein arbeiðsbólkur er nú settur í nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum hevur fingið uppgávuna gera eina lýsing av tørvinum á eftirútbúgving.

- Uppleggið er, at starvsfólk skulu sleppa at dagføra sína útbúgving við styttri og longri skeiðum umframt eftirútbúgving og serútbúgving. Samfelagið er í stórari menning, so tað er átrokandi, at starvsfólk verða førleikament javnt og samt. Hetta økið hevur verið forsømt í nógv ár, so at fleiri av lærarunum, sum hava serútbúgving, nærkast eftirløn ella eru farnir frá. Eftirútbúgving til lærarar stendur saman við hægri raðfesting av flokslæraranum frammarlaga á listanum, tá ið eg fari at raðfesta, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður, við Skúlablaðið.

Hvat fyri útbúgvingar fara at verða raðfestar fyrst, er støða ikki tikin til enn. Nógvar útbúgvingar hava bíðað leingi, og støðan úti í summum skúlum, eisini stórum, er, at teimum vantar serútbúgvið fólk at manna førleikastovuna.

Føroya Lærarafelag hevur víst á, at høvuðsorsøkin til, at lærarar ikki eru útbúnir til seruppgávurnar, er, at pengarnir ikki røkka til hetta á játtanini til fólkaskúlan. Um eftirútbúgving og serútbúgvingar fara at verða játtað á kontu fyri seg, eins og tað var fyrr, og sum Føroya Lærarafelag hevur ynskt, er ov tíðliga at siga nakað um, sigur landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder