Í kvøld, týskvøldið hin 26. apríl kl. 19 heldur Tórbjørn Jacobsen fyrilestur í Skála skúla undir heitinum: „Eg sjólívið valdi.“ Tiltakið er á skránni í samband við mentanardagarnar í Runavíkar kommunu.
- Sjálvur sigur hann, at tað kanska er ein spurningur hvør ið valdi hvønn. Um hann valdi havið ella øvut. Nakrar dagar eftir skírnina í Marstal kirkju í 1956 legði hann saman við foreldrunum til havs á ferjukjøli á veg til Føroyar. Síðan hevur hann reikað kring um heimin sum dekkari og skipari og hevur í so máta verið til skips í áleið 30 ár, og hevur annars havt mangt og mikið við maritimt umhvørvi at gera stóran part av lívinum m.a. sum havnarmeistari við Runavíkar havn.
Soleiðis skrivar runavik.fo um lívsleiðina hjá borgarstjóranum og leggur afturat, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at núverandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu fer at hugleiða alment um hendan partin av einum annars – fyri hansara viðkomandi - hendingaríkum lívi.
Felagssangur og ein góður drekkamunnur er eisini á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald