Innanlands

Eiði: Fleiri tímar til fyrireiking og eftirmeting

Námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd fáa tríggjar tímar eyka um vikuna

2021-07-01 09:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bygdaráðið á Eiði hevur á fundi samtykt, at ábyrgdarfólkini fyri barnaansingini í kommununi fáa meira tíð til fyrireiking og eftirmeting.

Eiðis kommuna skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Síðstu tíðina hevur nógv verið kjakast um, at ov lítil tíð verður sett av til fyrireiking og eftirmeting á stovnum. Eftir summarfrítíðina verður bøtt um hesi viðurskifti í Eiðis kommunu.

Á almennum bygdaráðsfundi 29. juni varð samtykt, at námsfrøðingar og hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd fara at fáa 3 tímar eyka um vikuna, ið skulu nýtast til fyrireiking og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum.

Hetta kemur at geva starvsfólki betri umstøður at arbeiða undir. Tað kemur eisini at gagna bæði børnum og avvarandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder