Innanlands

Eiðis skúli gongur nýggjar leiðir innan undirvísingina í handverki og list

Lærugreinin varð í 2021 umskipað, so at valmøguleikarnar í lærugreinini eru størri, og næmingarnir kunnu royna nógv ymiskt uttanfyri tað vanliga í flokshølunum

Næmingarnir í 6. og 7. flokki á Eiði eru 24 í tali. Teir kunnu velja tvey evni av hesum: Evning, gagnlist, sjóvinnu/sjófeingi, smíð og bygdamentanin (Mynd: skulabladidi.fo)

Næmingarnir í 6. og 7. flokki á Eiði eru 24 í tali. Teir kunnu velja tvey evni av hesum: Evning, gagnlist, sjóvinnu/sjófeingi, smíð og bygdamentanin (Mynd: skulabladidi.fo)

2023-02-01 08:40 Author image
Agnar Prestá

Eitt av fakunum á tímatalvuni hjá nøkrum av teimum 93 næmingunum í Eiðis skúla er "Handverk og List", og er talan um eitt fak, har skúlin er farin nýggjar leiðir.

Farna skúlaár var lærugreinin umskipað, og nýggj tilboð boðin út til næmingarnar, og samstundis eru nøkur av siðbundnu tilboðunum broytt og tillagað. Og hetta skúlaárið verður hildið fram eftir hesum leisti. Hetta skrivar Skúlablaðið, og er hetta tí at royndirnar higartil eru jaligar: Næmingar, foreldur og lærarar eru fegin um royndartiltakið

Næmingarnir í 6. og 7. flokki á Eiði eru 24 í tali. Greitt verður frá at teir kunnu velja tvey evni av hesum: Evning, gagnlist, sjóvinnu/sjófeingi, smíð og bygdamentanin. Tey fáa fýra tímar undirvísing um vikuna. Endamálið er at gera valmøguleikarnar í lærugreinini størri, og at næmingar í størri mun kunnu velja av egnum áhuga.

- Av hesari orsøk kunnu vit fara niður í dýpdina við teimum grundleggjandi førleikunum. Og vit síggja tað aftur í avrikunum, sum næmingarnir gera. Lærarin, sum hevur undirvíst í mong ár, staðfestir, at endiliga ber til at arbeiða gjølla, nærlagt og ambisjøst

Hetta sigur Tom Joensen, skúlastjóri í Eiðis skúla, við skulabladid.fo.

Hini tilboðini, sum næmingarnir hava at velja í, hevur skúlin sett á stovn í samband við hesa royndar- og menningarverkætlanina. Gagnlist fevnir í høvuðsheitum um at evna úr leiri og glasi, og í tilboðnum, sum hevur við sjóvinnu/sjófeingi at gera, er skúlin so heppin at hava lærara, sum eisini er útbúgvin skipsførari.

- Vit hava valt at samantvinna hesar førleikar. Arbeitt hevur verið helvt um helvt teoretiskt og praktiskt. Eitt nú sleppa næmingar at spleysa, morsa, seta út í kort, rippa, egna, flekja, fara á flot, ala og so hava teir eisini um trygd á sjónum. Ein dag um mánaðin matgera næmingarnir við onkrum úr sjónum.

Hendan royndar- og menningarverkætlan, sum hetta skúlaárið hevur fingið 110 klokkutíma, fevnir eisini um bygdamentan, har næmingarnar koma út og gera ymiskt praktiskt og "føroyskt".

- Næmingarnir hava flett, skorið upp, roytt havhestaungar, flett harur og annað. Ein dagin um mánaðin matgera teir við onkrum, sum hevur samband við tað praktiska, sum teir hava gjørt. Teir læra harumframt grundleggjandi førleikar í smíð. Høvuðsverkætlanin í smíðtímunum er at smíða ein hjall.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald