Innanlands

Eik-stjóri dømdur at rinda 85,7 milliónir í endurgjaldi

Hinvegin eru formaðurin og nevndarformaðurin, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg fríkendir og harvið reinsaðir

Marner Jacobsen (Savnsmynd)

Marner Jacobsen (Savnsmynd)

2023-01-10 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eystari Landsrættur hevur í dag sagt dóm viðvíkjandi endurgjaldskravinum móti fyrrverandi stjóranum, táverandi nevndarformanninum og táverandi næstformanninum í Pf. Eik Banka.

Landsrætturin hevur dømt Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra at rinda 85,7 milliónir krónur til Finansiel Stabilitet, meðan teir báðir nevndarlimirnir, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg, eru fríkendir.

Landsrætturin hevur tikið avgerð í spurninginum um endurgjald fyri trý byggimál, eitt í Týsklandi, eitt í Føroyum og eitt í Danmark.

Landsrætturin hevur avgjørt, at ein av avgerðunum, játtan til nakrar týskar handilsmiðstøðir, ikki varð tikið á nøktandi grundarlagi, tí vanlig kredittmeting og aðrar eftirkanningar ikki vórðu gjørdar til tess at minka um váðan hjá bankanum.

Í hinum báðum málunum, var talan um fríkenning.

Í dóminum í Føroya rætti 18. n ovember 2019 vórðu teir tríggir dømdir til at gjalda tilsamans 150 milliónir krónur til Finansiel Stabilitet.

Eystari landsrættur avgjørdi eisini, at Finansiel Stabilitet skal rinda statskassanum 10 milliónir krónur í endurgjaldi fyri rættarmálið í Føroya rætti. Finansiel Stabilitet skal eisini rinda 3,75 milliónir krónur í rættarmálsendurgjaldi til teir báðar, Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg.

(Tekstur broyttur/rættaður kl. 10.21)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder