Innanlands

Ein 20 og tveir 10 ára starvsdagar á Ellisheiminum

Oddbjørg, Sunnvá og Annika vórðu heiðraðar á Ellisheiminum í Havn í morgun

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-07 18:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgun var lítil hátíðarløta á Ellisheiminum, nú Oddbjørg Klettheyggj hevði 20 ára starvsdag og samstundis flytir yvir á Boðanesheimið at arbeiða í eitt ár. Samstundis høvdu tær báðar Sunnvá Olsen og Annika Maritudóttir 10 ára starvsdag.

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari heilsu, at vit plaga at siga, at tá starvsfólk á sama stovni hava starvast saman so leingi, so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað so væl. Helst er tað í hesum føri bæði.
 
Røðan, sum borgarstjórin helt fyri teimum trimum, kann lesast her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder