Uttanlands

Ein bylgja av dronum yvir Ukraina í nátt

- Russland velur rakettir heldur enn samráðingarborðið. Men Russland upplivdi eisini bumbingar í nátt

Ein av raktu bygningunum í Kyiv (Mynd av Instagram)

Ein av raktu bygningunum í Kyiv (Mynd av Instagram)

2025-08-28 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski høvuðsstaðurin upplivdi eitt ógvusligt álop í nátt. Loftlúðrarnir ljóðaðu, og borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitskjo, heitti á borgarar sínar umvegis Telegram boðtænastuna í nátt um at leita sær í bumbuskýlini.

Volodymyr Zelenskyj, forseti, sigur í morgun, at minst átta fólk eru deyð. Klokkan 7 í morgun, lokala tíð, upplýsti Klitskjo, at minst 38 fólk eru særd. Tvey børn eru millum tey dripnu, upplýsti Ihor Klymenko, innanríkisráðharri, sambært NRK.

- Russland velur rakettir heldur enn at seta seg við samráðingarborðið. Tey velja at halda fram við at drepa heldur enn at fáa enda á krígnum, skrivar Zelenskyj forseti á X í morgun.

Ávaringarlúðrarnir ljóðaðu í fleiri ukrainskum býum í nátt, og kring alt landið varð heitt á borgarar um at leita sær skjól fyri bumbingini.

Nú arbeiða bjargingarlið við at bjarga fólkum úr húsaleivdunum.

Fyrstu spreingingarnar vóru at hoyra í Kyiv um hálvgun tíggjutíðina í gjárkvøldið.

Í høvuðsstaðnum varð ein keypsskáli raktur umframt fleiri bygningar. Í Darnytskyi-økinum rakti ein rakett ein bygning í fimm hæddum, sum varð lagdur í oyði.

Leivdir av eini dronu duttu niður á takið á einum bygningi við níggju hæddum, har heldur kom í.

Í Dnipro-landslutinum var ein íbúðabygningur við 25 hæddum raktur. Eisini í Zaporizjzja-økinum vóru spreingingar.

Ukrainska loftverjan boðar sigur, at bylgjur av dronum hava verið kring landið, mest miðskeiðis og sunnarlaga í landinum.

Umfangið av oyðileggingunum er enn ógreitt.

Frá hinari síðuni boðar russiska verjumálaráðið eisini frá álopum móti sjey russiskum landslutum. Upplýst verður, at tey hava oyðilagt 102 ukrainskar dronur.

Ukrainska verjumálaráðið sigur, at tey hava rakt tvey russisk oljureinskiverk í Afipskij og Kujbysjevskij, skrivar Reuters. Kujbysjevskij ligur í Donetsk í Ukraina, men russiski herurin hevur ræðið á hesum verkinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder