Innanlands

Ein dagur á Grynnuni verður aftur leygardagin

Møguleiki verður at smakka m.a. laks, makrel, hummari, krækling og igulker ókeypis

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-01 15:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein dagur á grynnuni hevur veruliga funnið sítt pláss á árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum. Tiltakið, sum er eitt ókeypis umhvørvisvinarligt familjutiltak, varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum, og verður hildið fyri fimtu ferð í ár.

Eins og undanfarin ár, verða borð og grillir stillað fram undir tjøldum í Tórsgøtu, har ókeypis smakkiroyndir av ymiskum góðgæti úr sjónum verða borðreiddar, sum til dømis laksur, makrelur, hummari, kræklingur, igulker og mangt annað.

Fyritøkur úr øllum landinum fara at hava básar á økinum, har borðreitt verður við mati og drykkivørum. Møguleiki verður eisini at hvessa sínar knívar fyri gjald.

Umhvørvisvinarligur borðbúnaður
Alt tilfarið, sum verður brúkt á tiltakinum, sum til dømis bestikk, tallerkar og gløs, verður framleitt úr umhvørvisvinarligum tilfari, og eingin einnýtisborðbúnaður úr plasti verður brúktur.

Ein dagur á grynnuni verður so umhvørvisvinarligt tiltak sum gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder