Ein doyði í ferðsluni í 2019

Ein er ov nógv. Hesa tíðina, fyri einum ári síðani, fegnaðust vit, tí ongin læt lív í ferðsluvanlukku í 2018

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2020-01-12 15:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa tíðina, fyri einum ári síðani, fegnaðust vit, tí ongin læt lív í ferðsluvanlukku í 2018. Tað eru fleiri enn 50 ár síðani, at hetta hendi.

2019 varð ikki eitt eins gott ferðsluár.

Ein 51 ára gamal maður læt lív, sum fylgja av skaða, hann fekk í ferðsluóhappi. Hetta var í juni 2019. Nett um somu tíð, sum nýggja ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar varð løgd fram alment.

Hvørt ferðsluóhapp er eitt óhapp ov nógv. Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd arbeiða vit fyri at ongin skal doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Tí er tað ein ov høgur prísur fyri føroyska samfelagið og fyri tey avvarandi, at ein er deyður í ferðsluni í 2019.

Síðani 1928 eru 289 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Serliga nógv álvarslig ferðsluóhapp vóru í sjeyti- og áttatiárunum, men seinnu árini hava óhappini verið nógv færri í tali.

Samanborið við grannalond okkara doyggja framvegis alt ov nógv fólk í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið.

Noreg er tað landið, sum hevur bestu úrslit í okkara grannalagi. Í 2018 doyðu uml. 2 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í Noregi. Fyri Føroyar var hetta talið tvífalt so høgt! (4,1 pr. 100.000 íbúgvar – 5 ára miðal)

[object Object]Seinastu 5 árini (2015-2019) eru 7 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tað eru 7 ov nógv. Men tað gongur spakuliga rætta vegin, tí samanborið við 5 ára miðaltalið fyri einum ári síðani eru vit farin frá 4,1 til 3,6 deyð í ferðsluni pr. 100.000 íbúgvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder