2019-06-19 08:53
Løgreglan ger nógvar ferðslukanningar fyri tíðina, og serliga verða nógvar ferðamátingar gjørdar.
Løgreglan gjørdi aftur í gjár ferðamátingar og tað førdi til at ein bilførari, sum koyrdi niðan móti Kollfjarðartunnlinum frá rundkoyringini í Kollafriði, fekk oyruni í maskinuna hjá løgregluni.
Bilførarin varð máldur at koyra 113 km/t. Hann fekk tí klipp í koyrikortið og ein bót fyri ómakin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald