Innanlands

Fekk treytaða frádøming av koyrikortinum

Ein annar fekk klipp

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-09 08:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan var úti og gjørdi ferðamátingar í gjár. Tríggjar sakir vóru skrivaðar fyri brot á hámarksferðina.

Tvær bøtur vórðu skrivaðar í bygdum øki, har ein bilur varð máldur at koyra 83 km/t, meðan annar var máldur at koyra 76 km/t. Tann sum koyrdi skjótari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, meðan hin fekk klipp.

Ein bilførari varð máldur at koyra 96 km/t í óbygdum øki og hesin fekk bót.

Løgreglan gjørdi eisini ferðamátingar í Kollafirði í nátt, men har var eingin sak skrivað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder