Innanlands

Ein fjórðingur av fólkinum liðugt koppsettur

41,1 prosent av fólkinum hevur nú fingið fyrru koppsetingina, og 25,7 prosent hevur fingið seinnu koppsetingina

Fyrsti føroyingurin varð koppsettur í desember (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Fyrsti føroyingurin varð koppsettur í desember (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-06 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 35.537 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 21.883 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 13.654 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Hetta svarar til, at 41,1 prosent av fólkatalinum í Føroyum hevur fingið fyrru koppsetingina, og at 25,7 prosent – meira enn fjórði hvør føroyingur – eru liðugt koppsett.

985 fólk vórðu koppsett í gjár. 475 fingu fyrru koppsetingina, og 510 fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder