Mentan

Ein fyrimynd í allar mátar

Tað var við sorg, at vit mikudagin fingu boðini um, at nú var Jákup Mortensen farin. Ein, ið veruliga gekk undan og skapti teimum møguleikar, ið komu aftaná

Jákup Mortensen, tá hann í februar fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Jákup Mortensen, tá hann í februar fekk handað heiðursskjal Poul E. Petersen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-05-06 19:32 Author image
Minningarorð / NSÍ
placeholder

Tað var við sorg, at vit mikudagin fingu boðini um, at nú var Jákup Mortensen farin. Ein, ið veruliga gekk undan og skapti teimum møguleikar, ið komu aftaná. Ein fyrimynd í allar mátar og líka til tað síðsta eitt menniskja, hvørs hjarta bankaði fyri NSÍ.

So seint sum í februar fekk Jákup heiðursskjal Poul E. Petersens, sum hann eisini var sera fegin um, tó at tað var við hansara so eyðkendu eyðmýkt, at hann hevði mannað seg upp til at taka ímóti. Sjúka hevur verið partur av gerandisdegnum í mong ár, men nú sansaði at og mikumorgunin fór Jákup so í annað ljós.

Søgan um Jákup og NSÍ er søgan um ein vágbing, ið leitaði sær heimanífrá at nema lærdóm og fáa arbeiði, og sum um yrki sítt sum sparikassamaður endaði í Runavík. Restin er søga, sum tikið verður til, tí í hálva øld hevur hann havt ósigandi týdning fyri menningina av barna- og ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ – líka frá byrjan og til dagin í dag, so felagið nú telist millum tey størstu, fremstu og best riknu í landinum.

Uttan so mikið sum ein fótbóltsvøll, byrjaði Jákup at venja eitt dreingjalið, sum árið eftir var næstbest í Føroyum. Hetta var einki minni enn fullkomin “timing”, tí Runavík og NSÍ høvdu brúk fyri akkurát einum sum Jákupi, ið var virkisfúsur og hevði nógv at geva. Betri byrjan kundi fótbólturin í Runavík ikki fingið, og øll árini hevur tilflutti vágbingurin sýnt eitt áræði, ið bara kann smitta og eggja øðrum til eisini at gera sítt besta.

Tíðliga og seint hevur hann verið har fyri spælararnar og felagið, og eingin uppgáva var ov lítil til, at hann fegin tók hana á seg. Heldur ikki hevur hann bert havt eyga fyri teimum elstu ella teimum bestu, tí sjálvt tey yngstu hava kent hansara hita og bankandi hjarta. Ei undur í, at ikki so fáir NSÍ-arar – yngri sum eldri – hava lýst hann sum eitt slag av einum eyka pápa, so góður var hann við teir og so væl tók hann sær av teimum.

Tá ið vøllurin við Løkin kom í 1972, lótu Jákup og kona hansara, Jonna, hús síni upp, so bæði heima- og útilið, eins væl og dómarar, kundu skifta í kjallaranum hjá teimum, líka til ítróttarhøllin kom mitt í 80-unum. Hetta var ósjálvsøkni og ein einastandandi blíðskapur og offurvilji, ið neyvan eigur sín líka!

Øll árini hevur Jákup verið fúsur at hjálpt til, eisini í nevnd og í eitt 10 ára skeið sum formaður. Í 1998, tá ið Jákup sat sum formaður, varð NSÍ umskipað, so kappróðurin, hondbólturin og fótbólturin hildu fram í hvør sínum felag. Hetta var eitt framsíggið stig, ið menti allar tríggjar ítróttargreinarnar – ikki minst fótbóltin, sum síðani hevur bjóðað øllum av – bæði í Føroyum og í altjóða kapping.

Í 2007 varð Jákup kosin heiðurslimur í NSÍ á sjálvari 50 ára gallaveitslu felagsins, og nú var tað so eisini í tøkum tíma, at hann varð heiðraður við heiðursskjali Poul Petersens, ið hann so dyggiliga hevði uppiborið fyri sítt drúgva og stóra avrik. Vit vóru mong, ið gleddust hansara vegna, at hesin stóri heiður skuldi falla honum í lut.

Í mai mánaði í fjør fór hann um tey 80 og valdi at halda dagin, hóast hann stríddist við skjótt viknandi heilsu og ta sjúku, ið nú at enda varð við yvirlutan. Men altíð, tá ið hann orkaði, var hann enn við, um okkurt var á vási hjá NSÍ.

Við sínum lætta sinni og siðiliga tóna hevur hann verið væl lýddur og øðrum til fyrimyndar, og soleiðis verður tað eisini, at vit fara at minnast Jákup – bæði í NSÍ og kring landið alt.

Friður veri við minninum um vinin og merkismannin Jákup Mortensen, og vilja vit í NSÍ eisini vísa okkara djúpastu samkenslu við Jonnu, Evu, Trygva og øllum tykkara, ið eftir sita.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder