Innanlands

Ein grá Havnará

Stavar frá byggivirksemi

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

2018-07-04 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar Kommunan fær javnan fráboðanir frá borgarum um, at áir og løkir eru dálkað av olju, máling, betong v.m. Sløkkiliðið hjá kommununi fer altíð á staðið, tá tílíkar fráboðanir koma inn, og roynir at basa dálkingini við at finna orsøkina ella kelduna til dálkingina.

Í gjár varð fráboðað, at vatnið í Havnará var grátt. Kommunan hevur funnið fram til orsøkina, sum í hesum føri stavaði frá byggivirksemi. 

Í hesum góðu tíðum fer nógv bygging fram. Kommunan heitir á øll, ið byggja, um at tryggja sær, at spillivatn ella skitið vatn frá byggiplássum ikki verður leitt í vegristir og soleiðis út í áir og løkir. Betong og runuvatn skal ikki leiðast í áir.

Myndin er tikin av brúkara á facebook og send Byggi- og umhvørvisdeildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder