2019-01-07 13:54
Ein bussur hjá Bygdaleiðum varð tikin av vegnum í Hovi í nógva vindinum í dag.
Tað var um hálvgun tvey tíðina, at boðini komu um at ein bussur var fokin oman av vegnum nærhendis miðnámsskúlanum.
Umframt bussføraran vóru tvey ferðafólk við bussinum, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Tey vita ikki nærri umstøðurnar enn. Løgregla var send á staðið og eisini ein sjúkrabilur fyri at binda um heilan fingur. Men á politistøðini hava tey ikki frætt nakað um, at fólkaskaði er hendur.
Tað er ikki so langt síðani seinast, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var tikin av vegnum í vindi á nærum sama stað. Les: Hvirla tók buss í Hovi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald