2025-06-14 11:10

Fríggjadagurin var sum heild friðarligur, sigur løgreglan, men tá tey vóru úti og kannaðu ferðsluna í gjár varð tó eitt mál skrásett.
Tað var í Klaksvík um klokkan 19 í gjárkvøldið, at løgreglan steðgaði einum bili, har førarin ikki varð mettur at vera heilt edrúur.
Tá hann blásti í alkometrið vísti tað yvir tað loyvda, og tí varð hann handtikin. Blóðroynd varð tikin, og viðkomandi er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald