
Seinasta samdøgrið hevur verið stak friðarligt, og fá fólk vóru í býnum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tó hevur løgreglan skrásett eitt mál í nátt.
Tað var í sambandi við, at løgreglan í nátt var úti og kannaði ferðsluna fyri at vita, um bilførarar vóru edrúir.
Ein bilførari í Havn vísti seg at vera ávirkaður, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Eisini kom løgreglan fram á ein persón, sum svav í einum bili í miðstaðarøkinum.
Viðkomandi var ávirkaður av rúsdrekka, og hevði sett seg har fyri at bíða, til tað var runnið av honum aftur, so hann kundi koyra til hús.
Løgreglan avtalaði við viðkomandi, at tey tóku lyklarnar við sær á støðina, so hann ikki kundi fara av stað við bilinum, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at viðkomandi sat ikki í førarasetrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald