Hóast nógv hevur verið á skránni, hevur hetta vikuskiftið verið stak friðarligt, sigur løgreglan.
Fríggjakvøldið vóru nógv fólk í býnum í sambandi við mentanarnáttina í Havn og landsdystin millum Føroyar og Spania, og í gjár var Sundalagsstevna í Hvalvík.
Løgreglan hevur verið nógv til staðar í náttarlívinum, og høvdu tey eisini onkur eyka fólk úti í sambandi við mentanarnáttina. Eisini hava tey verið úti og kannað skeinkistøð, men har var alt, sum tað átti at vera.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey heldur onga fráboðan fingu úr Hvalvík í sambandi við Sundalagsstevnuna.
- Fólk skikkaðu sær væl, og ferðslan koyrdi væl. Vit fingu onga fráboðan har norðuri frá, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Klokkan 18.30 í gjárkvøldið fekk løgreglan tó eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Árnafirði. Talan var um ein útlendskan ferðabil, sum var farin útav vegnum. Eingin fekk tó nakran skaða, sigur løgreglan.
Klokkan 22.20 sama kvøldið var ein bilførari eisini tikin fyri at koyra ávirkaður norðanfyri, og her fekk heldur eingin nakran skaða, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald