Innanlands

Ein kvinna flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar

Eyturoyartunnilin er latin upp aftur eftir at hava verið stongdur síðan nakað áðrenn klokkan tvey seinnapartin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-06-19 15:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri einum góðum tíma síðan varð Eysturoyartunnilin stongdur tí ferðsluóhapp var í rundkoyringini niðri í tunlinum.

Talan var um eitt soloóhapp. Ein kvinna er farin á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir ferðsluóhappið, veit útvarpið.

Bilurin fór illa, og listaverkið í rundkoyringini fekk eisini skaða, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder