Innanlands

Ein maður handtikin og fær bót

Skilti ikki boðini frá politiðnum tá hann var til ampa á einum vertshúsi í nátt

2018-12-27 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast sera nógv fólk í veitslulagi vóru í býnum í Havn í nátt, so elvdi tað ikki til stórvegis stríð hjá løgregluni.

Bert ein hending varð skrivað niður av týdningi. Talan er um ein ungan mann, sum fær eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar.

Tað var á einum vertshúsi í býnum, at maðurin ”var til ampa”. Og tá hann ikki vildi fylgja ella ikki skilti boðini frá politistunum, sum komu á staðið, mátti maðurin handtakast.

Løgreglan hevði mannin í varðveitslu til náttarbussurin móti Vestmanna fór avstað, sum vakthavandi orðar tað, og kann nú rokna við at fáa eina bót sendandi.

Annars hendi onki av týdningi. Løgreglan var ’massivt tilstaðar’ í náttarlívinum, og løgreglan varð eisini brúkt til at hjálpa fullum fólki undir læknahond, tí at tey vóru dottin ella høvdu skorið seg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder