Mentan

Ein millión til størri listaligar verkætlanir

Fram til 1. apríl ber aftur til at søkja stuðul frá Tórshavnar kommunu til størri listaligar verkætlanir

Mynd frá leikinum Romeo og Julia - eitt palllistarligt samstarv millum Tvazz og Det Feröische Compagnie og Glasir (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré/torshavn.fo)

Mynd frá leikinum Romeo og Julia - eitt palllistarligt samstarv millum Tvazz og Det Feröische Compagnie og Glasir (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré/torshavn.fo)

2025-03-05 09:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber aftur til at søkja um stuðul til størri listaligar verkætlanir frá Tórshavnar kommunu.

Ein millión krónur eru tøkar at søkja, og umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl. Søkjast kann um upphæddir ímillum 100.000 og 300.000 krónur. Tó kann stuðulsupphæddin ikki vera meira en 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina.

– Árligi stuðulsmøguleikin hjá Tórshavnar kommunu, sum er ætlaður størri listaligum verkætlanum hevur nú tvey ár á baki, og higartil hava vit sæð framúr úrslit av stuðlinum í stórum dansiverkætlanum (Kanska ein bygd), leiklistaverkætlanum (Romeo & Julia og Dreymaleikur), tónlistaverkætlanum (International World New Music Days) og ritlistaverkætlanir (Bókmentafestivalurin, sum fer fram í løtuni), skrivar Tórshavnar kommuna.

– Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu.

Øll, sum fáast við listaligt virksemi, sum ikki er vinnuligt, kunnu søkja – listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur. Umsóknirnar verða viðgjørdar eftir hesum treytum:

  • Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
  • Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
  • Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: "Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin"?
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder