2023-04-27 10:45

Løgreglan tók í gjár fimm bilførarar, sum koyrdu alt ov skjótt inni í bygdum øki.
Ferðsluløgreglan hevði stillað seg á Søldarfjarðarvegnum fyri at kanna ferðina hjá bilunum í økinum, har hægst loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Úrslitið av hesum málrættaða átakinum var, at fýra bilførarar fáa klipp í koyrikortið, meðan ein fekk treytaða frádøming av rættinum at koyra bil.
Bilførararnir, sum fingu klipp í koyrikortið koyrdu millum 72 og 79 kilometrar um tíman. Tann, ið mátti avlevera koyrikortið, koyrdi 88 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald