2025-12-31 09:16
Nýggjársaftansmorgun hevur løgreglan ein persón í brummuni, sum er handtikin fyri innbrot. Grundlógaravhoyr verður á middegi og tá verður maðurin skuldsettur fyri eina røð av brotum.
Millum annað innbrot og eisini eina innbrotsroynd í einum vinnubygningi í Havn. Eisini hevur viðkomandi framt onnur brot við peningavinningi fyri eigað.
Málið verður fyrireikað í morgun, og so verður grundlógaravhoyr í Føroya rætti klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald