Innanlands

Ein nýggjur tilburður í gjár

Viðkomandi er partur av kendari smittuketu – Í løtuni eru 14 persónar smittaðir í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-30 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, og talið á smittaðum í løtuni er nú aftur komið upp á 14.

Talan er um ein persón, sum er partur av kendari smittuketu, skrivar corona.fo.

Tilsamans eru nú 776 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum. 761 persónar eru síðani staðfestir frískir aftur, og ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

944 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og tilsamans eru nú gjørdar 309.034 kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder