Innanlands

Ein persónur koyrdi ávirkaður í Eysturoynni

Viðkomandi varð steðgaður seinnapartin í gjár - bíðað verður nú eftir blóðroyndini. Fráboðanir komu úr Suðuroynni viðvíkjandi veðrinum, men eingin skaði stóðst av hesum

2023-02-01 07:33 Author image
Agnar Prestá

Løgreglan hevði í gjár eitt mál um rúsdrekkakoyring. Tað var ein bilførari í Eysturoynni, sum hevði valt at fara at koyra, hóast viðkomandi eftir øllum at døma hevði drukkið.

Bilførarin varð støðgaður, tá hann koyrdi við Skálafjørðin seint seinnapartin. upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum. Viðkomandi blásti, og tað vísti eina promillu. 

Nú verður bíðað eftir svarið frá blóðroynd. Um royndin endaliga prógvar rúsdrekkakoyring, fær persónurin revsing - alt frá bót til fongsulsrevsing - tað veldst um, hvussu høgt talið er.

Takpláta og klædningur

Tað var nógvur vindur ymsastaðni í landinum seinnapartin í gjár, og løgreglan fekk tvær fráboðanir um vind. Í báðum førum varð ringt úr Suðuroynni.

Talan var um ávvíkavist eina takplátu og ein klædning, sum vóru losnað og farin á flog í vindinum. Tað hendi tó tíbetur ikki nakað álvarsamt í hesum sambandi, og veðrið batnaði út á kvøldið.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald