Samgongan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan er grundað á, at Tórshavnar kommuna skal vera ein rúmlig kommuna, har trivnaður og umhvørvi eru í hásæti, og rúm er fyri nýhugsan, ymiskleika og fakligheit. Samgongan vil tryggja skynsama fíggjarstýring, tað veri seg við at gera langtíðaríløgu- og rakstrarætlan og at dagføra útboðspolitikkin. Við gjøgnumskygni verður tryggjað, at skattgjaldarin veit, hvat peningurin verður brúktur til.
Fólkið hevur rætt til innlit og ávirkan
Vit vilja hava meira gjøgnumskygni, fleiri hoyringar og virknari borgaraluttøku fyri at styrkja kommunala fólkaræðið.
- Vit fara at styrkja fólkaræðið og borgaraluttøkuna við hesum átøkum:
- - Ungdómsráð verður endurstovnað
- - Eldraráðið verður styrkt og umskipað
- - Borgarafundir skulu tryggja, at borgarin sleppur til orðanna
- - Staðbundnu nevndirnar skulu hava størri leiklut í kommunala arbeiðinum
- - Borgarating, ið vit kenna úr okkara grannalondum, verður sett í verk
Býli – ein menniskjarættur
Samgongan fer at gera tað lættari hjá fólki at seta búgv og virka í allari kommununi. Almannagagnligt bústaðarfelag verður stovnað beinanvegin. Raðhús, íbúðir av ymsum slag, herundir lutaíbúðir skulu tryggja, at fólk í ymsum aldri, fíggjarstøðu og við ymsum tørvi kunnu búseta seg her. Samstundis, sum arbeitt verður við at byggja nýggjar bústaðir, fer samgongan at arbeiða fyri, at bygningar og hús, sum standa tóm, kunnu hýsa fleiri fólkum.
Saman við landinum vilja vit finna virðiligar loysnir til heimleys í kommununi. Fleiri trivnaðarøki og býarrúm verða skipað. Í nærumhvørvinum skal vera pláss til náttúru og grøn øki, har rúm er fyri spæli og at njóta frið og samveru.
Vit fara undir at dagføra almennu byggisamtyktirnar. Fyrilit verða havd fyri nátturu og trivnaði í øllum nýggjum bústaðarverkætlanum.
Høvuðsstaður fyri fólk undir útbúgving
Tað skal vera gott at vera ung/ur í Tórshavnar kommunu, og vit skulu gera okkara fyri at skapa ein livandi lestrarbý við lokkandi lestrarumhvørvi. Vit fara at samstarva tætt við landið um kampusætlanina.
Vit skulu vera vitborin viðleikari og seta lestrarstørv og brúka ta vitan og teir kreativu tankar, sum ungdómurin hevur. Ung undir útbúgving – lærlingar og lesandi – skulu hava atgongd til bústaðir.
Ungdómsráðið skal spyrjast til ráðs um viðurskifti, sum hava við ungdómslív í Tórshavnar Kommunu at gera.
Vit fara at gera íløgur í bygdirnar
Bygdirnar og oyggjarnar eru ein týðandi partur av kommununi, og fólkið skal hava atgongd til góðar tænastur. Vit skulu seta ferð á og gera tað gjørligt at seta búgv í bygdunum.
Fyri at fólk skulu kunna seta búgv og virka í allari kommununi, skulu vit útvega lendi og stykkja út til fjølbroyttar bústaðir fyri prís við atliti at marknaði og staðseting. Bygdirnar í okkara kommunu skulu vera kappingarførar við líknandi bygdir.
Eitt nú skulu vegaviðurskifti og busssamband vera hóskandi og arbeiðast skal fyri góðum ferðasambandi við oyggjarnar í samstarvi við Strandferðaskip Landsins. Vælferðartænastur og trivnaðar- og uppihaldsøkir skulu raðfestast.
Heildarætlanir skulu gerast fyri hvørja bygd í tøttum samstarvi við staðbundnu nevndirnar.
Mentanartiltøk skapa lív og trivnað og eiga at vera í allari kommununi. Tí fer kommunan saman við Tórsgøtu at skipa fyri mentanarupplivingum í bygdunum.
Dagstovnatíðin – har lunnar verða lagdir
Barna- og ungdómsárini hava virði í sær sjálvum og eru nógv meira enn bara fyrireiking til vaksna lívið. Tí skulu børn og ung hava bestu umstøður til at liva eitt trygt og virkið barna- og ungdómslív.
Tað skal vera spennandi og mennandi at vera barn á dagstovni og í frítíðarskúla. Tí er umráðandi, at vælskikkað starvsfólk, sum hava stundir og umstøður, eru um børnini í gerandisdegnum. Samgongan virkar fyri, at barnabólkarnir minka, so meira tíð verður til einstaka barnið. Starvsfólkini skulu hava bestu karmar at virka og førleikamennast undir.
Barnatímarnir skulu vera tíð saman við børnunum, tí verða leiðsla og køkshjálp tikin úr normeringini. Aftur at barnatímunum skulu starvsfólk hava tíð til annað arbeiði so sum fyrireiking og ráðlegging.
Tímagrunnurin fær hægri játtan, soleiðis at børn, sum hava brúk fyri meira enn vanligu barnatímunum, fáa teir játtaðar. Leiðarin skal hava størri rásarúm til leiðsluuppgávurnar, eitt nú við at tað í serligum umstøðum kann bera til at lata fleiri barnatímar alt fyri eitt.
Børnini skulu spæla og trívast undir góðum kørmum. Tí uppraðfesta vit spæliplássini og innandura umstøðurnar hjá børnunum. Hetta seta vit ferð á alt fyri eitt.
Skúlatíðin – har bygt verður uppá
Børn og ung í skúlaaldri skulu hava bestu umstøður at trívast, læra og mennast í skúlunum, menniskjaliga og fakliga. Næmingarnir skulu hava góðar karmar til spæl, kreativitet og sosiala samveru, so at felagsskapurin og børnini hava bestu fortreytir at trívast.
Samgongan fer tí at dagføra og røkja okkara skúlabygningar, fimleikahallir, svimjihyljar og at raðfesta undirvísingartilfar sum bøkur og bókasavn. Kommunan stuðlar undirvísing við rásum, sum skúlar í kommununi bjóða.
Trygg ferðsluviðurskifti hjá børnum, ið eru til gongu, við bussi og á súkklu til og frá skúla, verða raðfest. Við skúlarnar verður eisini skipað fyri góðum av og á skipanum.
Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða við at fáa eina matarskipan til børn í skúlum og á dagstovnum.
Farið verður undir at tekna, projektera og byggja Hoyvíkar skúla.
Frítíðargleði fyri øll – alt lívið
Góðir og sunnir felagsskapir við fjølbroyttum frítíðartilboðum eru ein savningarmegi við nógvari styrki, ið gevur okkum góða sálarliga og kropsliga heilsu. Tann sunni felagsskapurin er eisini fyribyrging. Tí skulu vit hjúkla um felagsskapir, sum hava tilboð til børn, ung, vaksin og eldri. Sannlíkindini fyri, at øll finna eitt frítíðartilboð, sum teimum dámar, eru betri, um vit stuðla einum fjølbroyttum frítíðarumhvørvi við góðum kørmum at virka undir.
Uttan mun til førleikar og sosiala støðu eiga øll at rúmast í fjølbroytta frítíðarlívinum í kommununi. Fíggjarstøðan hjá familjuni skal ikki vera avgerandi fyri, um børn og ung eru virkin í frítíðini. Øll skulu kunna luttaka og virka á jøvnum føti. Kommunan eigur nógvar bygningar og høli, ið einans verða brúkt ein part av degnum.
Kommunan eigur nógvar bygningar og høli, ið einans verða brúkt ein part av degnum. Hesir fermetrarnir skulu gagnnýtast betur til fleiri endamál. Tað er eingin orsøk til, at góð høli standa tóm, samstundis sum vit mangla høli til frítíðarvirksemi.
Allar ítróttarhallir skulu vera atkomiligar at brúka, tá ið tær ikki eru í nýtslu. Vit vilja stuðla rørslugleði og tí fría spælinum.
Vit fara at bøta um umstøðurnar fyri sjódypping, sum er eitt vaksandi frítíðarítriv.
Vit skulu røkja tað, sum vit eiga. Kommunan eigur nógv frítíðar- og ítróttarøki og nógvar hallir, sum treingja til viðlíkahald og nútímansgerð.
Eftirspurningurin eftir tímum á ítróttarøkinum er stórur, og í einari langtíðaríløguætlan fer samgongan at gera av, hvat er skynsamast at gera hvar og nær.
Trivnaður og menning – javnbjóðis møguleikar at liva og virka í
Øll eiga at hava javnbjóðis møguleikar at skapa sær ein meiningsfullan gerandisdag.
Samgongan fer at virka fyri so lágum fíggjarstrýsti sum gjørligt og fer at seta átøk í verk fyri at geva barnafamiljum størri fíggjarligt rásarúm.
Vit vilja seta tiltøk í verk og í samstarvi við aðrar partar stuðla átøkum fyri at basa rúsevnismisnýtslu og stuðla felagsskapum, sum hjálpa fólki at koma sær burtur úr misnýtslu av ymsum slag.
Góð og trygg atkomuviðurskifti, í breiðari merking, skulu vera fyri øll, soleiðis at fólk við tarni hava javnbjóðis møguleika at luttaka og virka í kommununi.
Barnaverndin skal hava góðar umstøður at virka í. Til tess krevst størri fíggjarlig orka, sum ger tað møguligt at arbeiða fyribyrgjandi við tíðarhóskandi tilboðum. Hetta fer samgongan at raðfesta.
Tað er ein framíhjárættur, at mentanir úr øllum heiminum koma saman í okkara kommunu. Vit vilja tí gera tað neyðuga arbeiðið fyri at integratiónin eydnast í kommununi. Tað er umráðandi at taka ábyrgd og fevna tað fjølbroytnið, at fólk við ymiskum uppruna búgva og virka í okkara kommunu.
Náttúra og umhvørvi - Tað æviga gonguverkið
Tórshavnar kommuna skal vera virkin leikari í grøna orkuskiftinum og hava náttúru- og umhvørvisfyrilit í øllum lutum. Tað skal vera ómakaleyst hjá fólki og vinnuni at velja grønar loysnir.
Rusk frá húsarhaldunum og vinnuni skal skiljast betur. Ein nýggj skiljihøll skal byggjast, og smærri skiljistøðir setast upp í kommununi.
Í samráð við Dugna verður hugt at, hvussu virksemið við endurnýtslu kann betrast. Kommunuala brennistøðin stendur fyri umfatandi umvælingum og skal dagførast, so hon nøktar tørvin í dag og næstu árini.
Bussleiðin verður betrað við fleiri túrum á kvøldi og til bygdirnar. Næstu árini verða bussarnir lagdir um til el. Góðar súkklu- og gonguleiðir verða gjørdar og skipaðar. Fólk, sum koyra í el-bili, skulu kunna løða bilin í nærumhvørvinum. Tí verða fleiri løðistøðir settar upp í samstarvi við SEV.
Ferð verður sett á at fáa kloakk- og vatnviðurskiftini í rættlag, og samtykta spillivatnsætlanin verður sett í verk. Vit raðfesta reinar áir og fjørur, og byrjað verður at fáa kloakkleiðingarnar leiddar út á streymasjógv.
Samgongan vil ganga á odda á veðurlagsøkinum og gagnnýta varandi orkukeldur. Tí verða orkusparandi átøk sett í verk, har m.a kommunalir bygningar fáa varandi orkuskipanir. Byrjað verður við Eysturskúlanum. Heita keldan í Kollafirði skal gagnnýtast.
Umhvørvispolitikkurin, sum er á gáttini, skal síggjast aftur í øllum virkseminum hjá kommununi.
T.d skulu náttúran og lívmargfeldið verjast og styrkjast, og náttúrufyrilit takast, tá ið verkætlanir skulu setast í verk. Tí verður farið í holt við at finna ein leist fyri, hvussu náttúrufyrilit verða styrkt í sambandi við útbyggingar av ymsum slag.
- Í samstarvi við viðkomandi partar:
- verða innræsin plantusløg bard niður
- verða átøk fyri at týna rottu sett í verk
- verða náttúrufriðøki skipað
- verður lívmargfeldið styrkt
- verða átøk at menna grønar loysnir stuðlað
- verður skipað fyri árligu umhvørvisvikuni
Góð, virkin og virðilig ellisár
Eldri skulu hava góðar karmar til at liva eitt virkið lív við mennandi tilboðum. Tey, sum vilja, skulu kunna vera heima sum longst; tí skulu tilboð um heimarøkt og terapi heima við hús raðfestast hægri, eins og tilboð um endurvenjing verða styrkt.
Ein nýggjur eldrapolitikkur skal samtykkjast, og Eldraráðið umskipast og styrkjast.
Nú byggja vit nýtt røktarheim saman við røktarheimsíbúðum í Hoyvík, og samstundis fara vit undir fyrireikingar og projektering til eldradepil í Kollafirði, sum verður bygdur liðugur. Staðseting verður vald til ein komandi eldradepil á Argjum.
Eldrabústaðir skulu byggjast, og verandi røktarheim og sambýli skulu dagførast, bæði innan- og uttandura.
Starvsfólkarøkt- og tilgongd til eldraøkið eru átrokandi neyðug. Neyðugt er við samstarvi við heilsuskúlan í Suðuroy um útbúgvingartilboð og við almennu myndugleikarnar um løn undir útbúgving.
Tilmælini í stóru eftirmetingini frá 2022 skulu setast í verk, og vit skulu regluliga kanna nøgdsemið, ynski og tørvir hjá teimum eldru, starvsfólkunum og avvarðandi.
Tórshavnar kommuna skal vera ein demensvinarlig kommuna.
Ein livandi høvuðsstaður hevur eitt ríkt mentanarlív
Í høvuðsstaðnum er altíð okkurt mentanartiltak at fara til – konsertir, listaframsýningar, sjónleikur, festivalar, fyrilestrar. Allar hesar upplivingarnar eru við til at gera høvuðsstaðin livandi og spennandi. Sum høvuðsstaður vilja vit framhaldandi ganga fremst á mentanarøkinum og styrkja um føroyska mentan, list og um føroyska málið.
Samgongan vil virka fyri betri arbeiðsumstøðum hjá okkara skapandi listafólki, tá ið talan er um arbeiðshøli, høli til venjingar, framførslur og framsýningar. Ferð verður nú sett á Býarsavnið í Gamla hospitali. Tað skal framtíðartryggjast og verða ein mentanarperla í fremstu røð.
Kommunan skal fara í virkið samstarv um at fáa barndómsheimið hjá Williami Heinesen, heiðursborgara í býnum, til eitt savn, so fólk kunnu síggja, hvar víðagitni listamaðurin skapti síni stóru listaverk.
Mentanarpolitikkurin skal orðast, sum leggur greiðar ætlanir og mál fyri mentan og list í kommununi, herundir stuðul. Musikkskúlin verður umvældur og ein langtíðarætlan verður gjørd fyri Hátún. Tilboðini hjá Musikkskúlanunum skulu víðkast í bygdunum.
Vit vilja arbeiða fyri at betra atgongdina til mentan og list. Tað veri seg við tilboðum í dagstovnum, skúlum og atkomu til ljóðføri og onnur mentanartilboð, eitt nú undirvísing í myndlist og leiklist.
Tórshavnar kvøldskúli, sum bjóðar alskyns spennandi og mennandi tilboð, skal hava betri karmar.
Høvuðsstaðarkommunan skal framhaldandi stuðla øllum søvnunum í kommununi. Tjóðleikhúsið verður viðgjørt, og ein staðseting í høvuðsstaðnum verður vald.
Tórshavn er ein vinnukommuna
Tað skal vera gott at reka vinnu í Tórshavnar kommunu.
Kommunan skal hava ein virknan vinnupolitikk í tøttum samskifti og samstarvi við verandi og komandi vinnurekandi, eitt nú gjøgnum Hugskotið, Visit Tórshavn og Vinnunevnd býráðsins. Stórar, smáar og fjølbroyttar vinnur skulu hava góðar karmar at virka undir.
Ein vinnusnarskiva, sum tryggjar vinnulívinum ómakaleyst samskifti við kommununa, skal skipast.
Kommunan skal hava greiðan profil viðvíkjandi innkeypi av vørum og tænastum, eitt nú við at velja føroyskar og umhvørvisvinarligar loysnir, umframt ein gjøgnumskygdan útboðspolitikk.
Ferðavinnan hevur við sær nógvar spennandi møguleikar, og vit vilja framhaldandi menna eina burðardygga ferðavinnu, sum gagnar økjunum í kommununi.
Samtykti ferðavinnupolitikkurin skal fremjast.
Tórshavnar Havn
Tórshavnar Havn, sum fevnir um allar havnir í kommununi, er ein kraftdepil í landinum og er arbeiðspláss hjá nógvum fólki við fjølbroyttum førleikum. Tórshavnar Havn skal kunna veita tryggar og dyggar tænastur í heimsflokki til vinnu og viðskiftafólk.
Orðast skal ein greið ætlan fyri íløgur og rakstur, so hvør fermetur verður gagnnýttur so skynsamt, sum til ber.
Umhvørvisfyrilit skulu styrkjast. Eitt nú verður orkuøkið skipað, og framtíðar grønt brennievni verður kannað, herundir umstøður fyri at veita landsstreym.
Ferðamannaskipavinnan skal skipast, og ein heildarætlan verður gjørd við Bacalao, sum verður stigvíst framd í verki komandi árini. Ábøtur skulu gerast á bátahyljar og vaskipláss í kommununi, og umstøður fyri frítíðarvirksemi verða skipaðar við fyriliti fyri umhvørvi og heilsu.
Høvuðsvertir fyri Oyggjaleikum
Í 2027 Í 2027 verða Føroyar fyri aðru ferð í søguni vertir fyri Oyggjaleikum. Tá fara 2500 ítróttarfólk at kappast í í 14 ymiskum ítróttargreinum, og ein meting sigur, at 1000 áskoðarar koma við ítróttafólkunum.
Til tess at liva upp til tey krøv, sum væntast av vertinum, fer Tórshavnar kommuna í samstarvi við Oyggjaleikanevndina, vinnuna og listaumhvørvið at gera sítt til, at Oyggjaleikirnir verða so væl fyrireikaðir og frágingnir sum møguligt.
T.d skulu dagføringar gerast á Tórsbreyt og Badmintonhøllina, og støða takast til, hvat gerast skal við Gundadalshøllina. Við góðum treysti fara vit undir hesa verkætlan, sum fer at mynda samgongutíðarskeiðið.
--
Heitið á okkara samstarvi er Ein rúmlig kommuna, og í hesum orðum liggur viljin til at rúma tí fjølbroytni, sum finst í okkara livandi høvuðsstaðarkommunu. Eisini vilja vit rúma náttúruni og umhvørvinum og virða tey, umframt at vit vilja tryggja javnbjóðis atgongd fyri tey nógvu og ymisku menniskjuni og familjurnar, sum hava valt og ynskja sær at liva og virka her.
í Havn 7. januar 2025
Elsa Berg
Heðin Mortensen
Guttormur í Skála
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Annita á Fríðriksmørk
Anja Weyhe
Bergur Robert Dam Jensen
Kristianna Winther Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald