Mentan

Ein sendirøð í barnahædd um stóru spurningarnar

Fyrsti partur av “Seks spurningar um at vera menniskja” verður vístur í KvF fríggjadagin 11. mars

2022-02-24 10:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú nærkast dagurin, sum øll føroysk børn og allar barnsligar sálir í Føroyum hava glett seg til. Tann 11. mars verður fyrsti partur av sendirøðini “Seks spurningar um at vera menniskja” frumsýndur í KvF.

Sendirøðin er bygd á hugskot hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Búi Dam hevur skrivað handrit og leikstjórnað og Dánjal á Neystabø hevur skrivað tónleikin og hjálparleikstjórnað. Teir hava framleitt sendirøðina í samstarvi við KvF.

“Seks spurningar um at vera menniskja” er ein 100 prosent føroyskt framleidd barnasendirøð í seks pørtum.

Sendirøðin snýr seg um teir báðar serskøltarnar Dánjal Kagadingding og Búa Sibbidibbidimdim. Teir búgva í húsunum hjá Tebryggjaranum (Mariann Hansen). Dánjal Kagadingding og Búi Sibbidibbidim hava, hvør sær, sítt at dragast við.

Dánjal Sibbidibbidim er óvanliga vandaligur og verður ofta raktur av tvingsilshugsanum. Búi Sibbidibbidim er harafturímóti óvanliga óvandaligur og hevur trupult við at skipa seg. Aftrat hesum eru teir samdroymarar. Hetta merkir, at um náttina møtast teir í dreymum. Og úr hesum samdreymum spyrjast stórir spurningar, so sum: Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið?

Hesir stóru spurningar ørkymla Dánjal og Búa, og royna teir, alt teir kunnu, at svara teimum. Hetta elvir tó ofta bara til enn meira ørkymlan. Men í húsunum hjá Tebryggjaranum fáa teir ta hjálp, teimum tørvar. Tebryggjarin bryggjar teimum eitt serligt tebland (Spælibryggj), sum hjálpir teimum at síggja trupuleikarnar í einum øðrum, meira spælandi, ljósi.

“Seks spurningar um at vera menniskja” er ein sendirøð um vinalag, um at hjálpa hvørjum øðrum tá á stendur, og um máttin í spæli. Og so er tað ein sendirøð við nógvum góðum temunnum.

Fyrsti partur av sendirøðini verður vístur fríggjakvøldið 11. mars kl.18.30. Næstu fimm partarnir verða vístir fylgjandi fimm fríggjakvøldini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder