
Hósmorgunin lótu yvir 240 fólk lív, tá eitt flogfar hjá flogfelagnum Air India datt niður í fjølbygdum øki nær við Ahmedabad-floghavnini í vestara parti av India.
Fyrst varð boðað frá, at øll umborð høvdu latið lív, men tað gjørdist seinni greitt, at eitt ferðafólk slapp undan við lívinum.
Talan er um ein 40 ára gamlan mann, sum er bretskur ríkisborgari. Hann sat á setri 11A nær við neyðdyrnar.
Hann greiðir frá, sambært Reuters, at hann slapp út gjøgnum neyðdyrnar, og sambært læknum hevur hann ikki fingið stórvegis skaða.
– Eg veit ikki, hvussu eg slapp undan við lívinum. Eina løtu helt eg, at eg eisini skuldi doyggja. Men tá eg lat eyguni upp, gekk upp fyri mær, at eg var á lívi, og eg royndi at sleppa úr trygdarbeltinum og sleppa mær úr flogfarinum. Flogternan og onnur doyðu frammanfyri mær.
Flogfarið, sum var á veg til Gatwick-floghavnina í London, datt niður stutt eftir fráferð og rakti ein bygning við læknaíbúðum. Fleiri fólk í bygninginum lótu lív, sigur indiska løgreglan.
242 fólk vóru umborð á flogfarinum. Millum teirra vóru 169 ferðafólk úr India, 53 úr Stórabretlandi, sjey úr Portugal, og ein úr Kanada.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald