2018-12-26 09:44
Um jólini er ofta gott lag á fólki, men tað kann til tíðir gerast ov gott. Í gjár steðgaði løgreglan einum bilførara á Strondum, og tá hesin var kannaður, var illgruni um at hesin var ávirkaður av rúsdrekka.
Viðkomandi varð tí biðin um at blása, og mátingin vísti, at bilførarin var fullur.
Í Sandavági var ein bilførari so óheppin at koyra á ein seyð. Bilin fekk nakað av materiellum skaða, men eingin persónskaði stóðst av óhappinum. Seyðurin doyði ikki av samanstoytinum, og bilførarin sá seg ikki føran fyri at avlíva seyðin. Løgreglan finnur altíð fram til eigaran í slíkum førum, og hesin tók sær av seyðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald