2019-02-16 09:33
Ein maður norðanfyri varð tikin fyri at koyra á knallert ávirkaður, og fyri hetta fær hann bót. Hetta upplýsir vakthavandi á løgreglustøðuni í Havn í morgun.
Løgreglan hevur í nátt verið á "Vertshúskontrol", har skeinkistøðini vórðu kannaði. Vakthavandi sigur, at har var einki at koma eftir, men skeinkistøðini í høvuðsstaðnum vórðu tó mint á, at avtalan við kommununa at feiða óruddið út á vegin, har so kommunan tekur tað har frá, ikki er galdandi longur. Um hetta framhaldandi verður gjørt, so gevur tað bót.
Annars kom løgreglan ímillum onkra ósemja, men einki mál kom av tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald