Nýggi bólkurin Einangran van síðsta vikuskifti eina FMA fyri ársins sang. Valið fall á "Kanska" hjá Heiðriki á Heygum og Lea Kampmann. Kendu sangararnir og sangskrivararnir sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar í fjør, og tá skrivaðu tey saman teirra fyrstu EP.
Næsta staklagið hjá Heiðriki og Leu eitur Glashús, og nú hevur Einangran lagt Glashús út sum videolag, ið Heiðrikur sjálvur hevur leikstjørnað.
- Størsti parturin av videoupptøkinum, var upptikin í íbúðuni í Keypmannahavn, tey bæði vóru føst í undir fyrstu koronalockdown. Seinna helvtin var filma í Føroyum av Gwenaël Akira Helmsdal Carré. Leikstjørnað hevur Heiðrik á Heygum, og hár og makeup hevur Allan Hjorth staðið fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald