Innanlands

Einans Sam sum siglur vanliga nú

Marin Gardlykke, ferðslusamskipari hjá SSL, vónar at tað verður koyrandi og siglandi aftur um nátturðaleitið

2018-12-18 13:47 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Allar stóru leiðirnar hjá bygdaleiðum eru fyribils avlýstar vegna veður. Síðani vit skrivaðu hetta á middegi, er støðan bara versna, soleiðis at fleiri leiðir nú eru avlýstar. 

Les eisini: Fleiri avlýsingar hjá Strandferðsluni 

Nú eru bert tær smærri leiðirnar eftir. Leiðirnar ímillum Havnina og Vestmanna, Havnina og Klaksvík, Havnina og Sørvág eru millum annað avlýstar.

Marin Gardlykke, Ferðslusamskipari, váttar, at tað einans er Sam, sum siglur enn, og at bara sjeyð bussar eru í leið enn. Á bygdaleiðum er tað einans leiðin ímillum Fuglafjørð og Gøtudal av teimum stóru leiðunum, sum koyra enn. 

Les eisini: Fleiri túrar hjá Teistanum avlýstir  

Vænta ikki at fleiri siglingar verða avlýstar
- Tað er soleiðis, at vit hava fyribils avlýst busskoyringina, meðan vit hava tikið nakrar túrar úr oyggjarleiðini, greiðir Marin Gaardlykke frá. Hon sigur at Sam er einasti bátur, sum siglur nú, men at tað væntandi veðrur siglandi seinni í kvøld. Hon væntar ikki, at neyðugt verður at taka fleiri túrar av Sandoyarleiðini. 

- Vit vóna, at tað verður silgt aftur um nátturðaleitið, sigur hon og leggur afturat, at tað verður koyrandi tá eisini. 

- Fyrr í dag hava vit boðað frá, at tað møguliga verður koyrandi klokkan 16.00 aftur, men tað verður tað allarhelst ikki, sigur Marin Gardlykke. Hon greiðir frá, at vindurin verður verri nú, og at hann allarhelst ikki minkar aftur fyrr enn um 18.00 tíðina. 

Fleiri túrar á bussleiðini hjá Strandferðsluni eru avloystir. Fyribils eru hesar leiðir avlýstar: 

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder