
Mánadagin skipaði Lions Suðuroy fyri lítlari samkomu í Naddoddaneystinum á Tanganum á Tvøroyri.
Endamálið var at heiðra 78 ára gamla Einar Hammer, fyri tað risa arbeiði hann hevur gjørt fyri at varðveita ein týðandi part av Tvøroyrar vinnusøgu.
Einar Hammer hevur nevniliga, púra av sínum eintingum, átikið sær at fáa gamla fiskaplássið inni á Tanganum aftur í upprunastand, soleiðis sum tað sá út, táið ið tað var ein týðandi partur av vinnuliga virksemiðnum á Tvøroyri.
Har hevur hann arbeitt í óteljandi tímar, í øllum veðri, við at reinsa fiskaplássið sum annars var tilgrógvið av grasi.
Nú eru fá fiskapláss eftir og tí er tað at fegnast um, at Einar Hammer hevur átikið sær at varðveita fiskaplássið á Tanganum í upprunastandi fyri eftirtíðina.
Nú hevur hann lagt seinastu hond á verkið, so nú er fiskaplássið sera snotiligt, og sær út sum fyrsta dagin - og sjálvur Einar eisini átikið sær at halda og røkja tað.
Saman við standmyndini, Gianfranco Nonné, sáli, hevur gjørt av fiskagentum, er fiskaplássið, og økið við Naddodaneystið, sum stendur beint við, nú vorðið ein sonn perla á Tvøroyri.
Í Lions Suðuroy hildu vit, at hetta er eitt avrik, vit eiga at viðurkenna og tí varð gjørt av at lata Einari Hammer takkarløn Lions Suðuroy.
Hetta hendi fyrrapartin í gjár, tá ið menn, sum vanligt, vórðu farnir í Naddoddaneysti at fáa sær kaffi og eitt prát.
Sjálvur visti Einar Hammer av ongum, tá ið Lions limir brádliga komu á gátt og tóku hann á bóli við at handa honum heiðurin
Á takkarlønini frá Lions, stendur soleiðis: »Lions Suðuroy vil hervið veita tær størstu tøkk og virðing fyri títt fyrimyndarliga, ótroyttiliga og ósjálvsøkna arbeiði plássinum og landinum at frama.
Lions Club Suðuroy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald