Innanlands

Einar’s Bitter fingið altjóða viðurkenning

Fekk gullheiðursmerki á London Spirits Competition

2020-08-18 07:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brennivínið frá Einar’s Distellery í Klaksvík, sum kallast Einar’s Bitter, hevur fingið altjóða viðurkenning í kappingini London Spirits Competition, LSC, ið nýliga hevur verið á triðja sinni.

Myrki drykkurin hjá Einari náddi 92 stig í kappingini og kann ný príða seg við einum LSC-gullheiðursmerki.

Dómararnir eru serfrøðingar innan sína vinnugrein, o ghava blindsmakkað, mett um fjølbroytni og slag og hava smakkað umaftur. Mett verður eftir góðsku, virði fyri pengarnar og hvussu fløskan umboðar innihaldið.

Dómararnir geva stig fyri hvønn av hesum bólkum, og tær drykkuvørurnar, sum fáa oman fyi 90 stig táa gullmerki, meðan 80 til 90 stig geva silvur og millum 70 og 80 gevur bronsu.

Umframt Einar’s Bitter vóru tað gott 70 onnur sløg av brennivíni, sum eisini fingu gullheiðursmerki.

Besta brennivínið í ár, Spirit of the Year, á London Spirits Competition, gjørdist ein whisky hjá týska destillarínum St. Kilian Distillers GmbH, ið kallast St. Kilian Distillers Signature Edition Four.

Les grein frá í fjør: Einar komin við føroyskum bittara  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder