Innanlands

Eindarlistin hellir nú til at peika á Piu

Flokkurin heldur, at Mette Frederiksen nú er farin frá reyða blokkinum, og at eitt samstarv við millum annað SF vinstrumegin sosialdemokratarnar kann gerast møguligt eftir næsta val

Peder Hvelplund, formaðurin fyri tingbólkin hjá Enhedslisten, Mia Villadsen, politiskur orðførari hjá flokkinum (mitt í - í grønum) og Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF (uttast til høgru - í reyðum)

Peder Hvelplund, formaðurin fyri tingbólkin hjá Enhedslisten, Mia Villadsen, politiskur orðførari hjá flokkinum (mitt í - í grønum) og Pia Olsen Dyhr, forkvinna í SF (uttast til høgru - í reyðum)

2022-12-27 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vakti stóran ans, tá Mette Frederiksen fyrr í mánaðinum valdi at fara í stjórn saman við Venstre og Moderaterne - tveir flokkar sum í roynd og veru hoyra til høgrumegin miðjuna í donskum politikki. Venstre er størsti flokkur í bláa blokkinum, og hóast Lars Løkke Rasmussen hevur valt, at nýggi flokkur hansara er ein miðflokkur, sum vil gera upp við blokkpolitikkin, so hava flestu politikkarnir í flokkinum eina søgu har, og stevnuskráin hellur meira tann vegin.

Í reyða blokkinum - og partvíst eisini í bláa blokkinum - var stór ónøgd við, at hendan stjórnin varð samansett; reyði blokkurin hevði í roynd og veru meiriluta eftir valið, og nú hyggur millum annað Eindarlistin (Enhedslisten) eftir øðrum møguleikum

- Sum myndin sær út beint nú, er tað greitt, at tað vildi verið nátúrligt, at um tað verður ein sterk samgonga til vinstru fyri Socialdemokratiet, så setur man eisini egna evni fram til forsætisráðharri.

Hetta sigur formaðurin fyri tingbólkin hjá Enhedslisten, Peder Hvelplund, við  Jyllands-Posten í dag. Hann vísir á, at sum sín flokkur sær uppá tað, eru sosialdemokratarnir við Mette Frederiksen á odda farnir úr reyða blokkinum.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Tískil er neyðugt at skapa eitt sterkari samband til vinstru fyri størsta flokkin í Danmark. Hetta kann veruliga bjóða Socialdemokratiet av til næsta val, heldur Hvelplund, ið tó samstundis slær fast, at tað er ilt at spáa um, hvussu politiska landslagið sær út til ta tíð. 

Peder Hvelplund sigur við Jyllands-Posten, at Metta Frederiksen ikki er teirra evni, sum tað sær út nú - heldur kundi Pia Olsen Dyhr verið upplagd. Hon er forkvinna fyri SF, ið er størsti flokkur vinstrumegin Socialdemokratiet. Mett verður, at SF stendur sterkari enn Eindarlistin.

Tingbólkaforkvinnan hjá SF Karina Lorentzen Dehnhardt sigur í viðmerking, at hon er samd í, at tørvur er á einum sterkum samstarvi vinstrumegin miðjuna í donskum poltikki. Tó ynskir flokkurin framvegis, at Socialdemokratiet nýtir "reyða meirilutan", og at flokkurin ynskir eina reyða stjórn við Mette Frederiksen á odda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder