Um hálvgun fýra tíðina seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um at ein bilur var farin av vegnum á Kjalnestanga í Kollafirði. Bilurin farin runt.
Fleiri fólk vóru í bilinum, men tey vóru øll komin út, tá fráboðanin kom á løgreglustøðina.
Politibilar og sjúkrabilar vóru skjótt á staðnum, og staðfestu, at tað ikki var talan um nakran álvarsligan skaða. Fyri at tryggja sær, at alt er í lagi, vóru ein bilførari og tvey børn flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Enn eru fólkini hjá løgregluni ikki komin á støðina aftur, og tí veit vakthavandi ikki nágreiniliga hvat er hent. Men sum skilst stóð ein bilur parkeraður framvið landsvegnum, og bilurin, sum fór av vegnum hevur helst borið við parkeraða bilin.
Hetta var í háferðslutíð, so tað ávirkaði ferðsluna nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald