2019-03-28 11:49
Tær báðar bussleiðirnar hjá SSL í Suðuroy koyra ikki fyribils.
Tað eru leið 700, sum koyrir millum Sumba, Vág og Tvøroyri, og leið 701, sum koyrir millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík.
Í løtuni er kolandi stormur og upp til 38 m/s um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, meðan stormur og upp til 33 m/s er á Porkerishálsi, skrivar Landsverk um koyrilíkindini har suðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald