Innanlands

Eingin fekk skaða í ferðsluóhappinum

Tað sá ógvusligt út tá bilur lá á síðuni tætt við Eysturoyartunnilin í gjár

2019-06-26 08:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var í gjár beint áleið kl. 15:30 við omankoyringina til Eysturoyartunnilin Streymoyarmegin. Ein bilur fór av vegnum, koppaði og endaði við at liggja á liðini.

Tað ljóðaði ógvusligt tá løgreglubilar og tveir sjúkrabilar vórðu sendir á staðið, og vaktleiðarin á løgreglustøðini segði í gjár, at eini tvey ella trý fólk vóru í bilinum.

Men tíbetur stóðst eingin fólkaskaði í óhappinum. Av løgreglustøðini verður sagt í morgun, at øll sum vóru í óhappinum hava tað gott. Bilurin fekk tó nakað av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder