Um hugt verður á heimasíðuni hjá Brandenburg-flogvøllinum undir fráferðir og komur í dag, mikudagin 25. januar, so sæst orðið "Cancelled" útfyri øllum. Tað vil siga, at alt
Tað er eitt umfatandi verkfall, sum er sett í verk av starvsfólkunum á Brandenburg, ið harvið er einasti flogvøllur, sum veruliga er raktur av verkfallinum.
Flogvøllurin í týska høvuðsstaðnum er tann við triðmest ferðslu í Týsklandi, og liggur hann í topp-15 í Evropa. Tíðindastovan AFP skrivar, at umleiði 35.000 ferðafólk eru ávirkað av, at arbeiði har er niðurlagt í dag. Talan er um umleið 300 ferðir, ið eru avloystar ella broyttar.
Síðani 2020 hevur hetta verið einasti altjóða flogvøllurin í Berlin. Brandenburg var ein nógv seinkað verkætlan. Flogvøllurin avloysti tríggjar aðrar nakað smærri flogvallir í týska høvuðsstaðnum.
Óvist er, um verkfallið kann gerast meira umfatandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald