2020-04-12 18:46
Tað verður eingin grind hildin til, so leingi tilmælini um frástøðu og um ikki at savnast í stórum mongdum eru galdandi.
Hetta skrivar kvf.fo í dag.
Eingin grind hevur verið higartil í ár, men tað kann væntast, at fleiri verða sæddar sum summarið nærkast.
Karl Johansen, ið er sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoynni, sigur, at tað er ikki loyvt at drepa grind, so leingi sum tilmælini frá myndugleikunum eru galdandi.
Hetta gjørdu sýslumenninir í Føroyu av, tá tilmælini komu.
Les eisini:
682 hvalir løgdu beinini í 2019
Grindirnar verða færri og smærri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald