Innanlands

Eingin handtøka í nátt

Løgreglan hevur havt nakað at stríði við fullum fólki og skilt nøkur sundur, men samanumtikið var talan um eina friðarliga nátt við ongum máli

2019-02-24 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var fínt veður í nátt, og nakað av fólki vóru úti.

Vakhavandi á løgreglustøðuni upplýsir, at tað hevur verið nakað av stríðið við fullum fólki ymsastaðni í Føroyum. Nøkur hava skapt trupulleikar við síðum atburði, og nøkur skuldu hjálpast, tí tey vóru ov ávirkaði. 

Tríggar ferðir noyddist løgreglan at skilja fólk sundur, sum vóru farin til hendurs. Talan varð tó ikki um nakra handtøka ella skuldseting fyri nakað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder