Kanningin sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, skuldi seta í verk av Rigmor Dam, nú fyrrverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, verður av ongum í fyrstu atløgu.
Tað sigur løgmaður við útvarpið í kvøld, eftir at Rigmor Dam í dag legði frá sær sum landsstýriskvinnan.
Kanningin hevur ikki so stóran skund, sum tað hevði, um landsstýriskvinnan ikki hevði lagt frá sær, sigur hann.
- Tá landsgrannskoðanin hevur gjørt sína frágreiðing av landsroknskapinum fyri 2018, taka vit tað málið uppaftur um tað er neyðugt, at gera meira burturúr fyri at fáa staðfest um nakað óregluligt er farið fram, og um ábyrgd kann staðfestast í móti einum landsstýrisfólki, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið.
Tað var á middegi í dag, at fráboðan kom úr Mentamálaráðnum, at Rigmor Dam hevði lagt frá sær sum landsstýriskvinna.
- Eftir øllum at døma liggur Landsverk framvegis inni við hópin av ógoldnum rokningum fyri arbeiði á skúladeplinum í Marknagili. Aftur hesaferð er talan um rokningar fyri tíggjutals milliónir krónur, ið Landsverk ikki hevur kunnað Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar, vóru boðini frá Rigmor Dam í fráboðanini.
- Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi, sigur fyrrverandi landsstýriskvinnan í mentamálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald