placeholder
Innanlands

Eingin nýggjur tilburður staðfestur

644 kanningar gjørdar seinasta samdøgrið

Fimm fólk hava, sambrt hagtølunum, koronu í Føroyum í løtuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fimm fólk hava, sambrt hagtølunum, koronu í Føroyum í løtuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-06 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í koronukanningunum týsdagin vórðu tríggir tilburðir staðfestir. Greitt varð at talan var aftur um innlendis smittu, fyri fyrstu ferð í nakað yvir trimum mánaðum, og bretska koronufrábrigdið, B.1.1.7.

Les eisini: 
Tríggir tilburðir staðfestir í gjár
Talan er um bretska frábridgið
Barnagarður sendur í koronasóttarhald

Tað tykist tó ikki, sum smittan hevur brett seg nakað serligt, tí eingin tilburður varð funnin í teimum 644 kanningunum, sum vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. 

Hetta upplýsir corona.fo.

Tilsamans eru nú gjørdar 255.139 kanningar. 668 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 662 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Harvið eru í løtuni fimm persónar smittaðir. Við í hesum tølunum er millum annað annar av litavisku hondbóltsdómarunum, sum skuldi døma landsdystin millum Føroyar og Kekkia, men sum fekk staðfest koronu við komu fyri viku síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder